Víðar er tann tigandi ásurin, og hann er sonur Óðin og jatnakvinnuna Gríð. Aftaná Tór er Víðar næststerkasi ásurin, og æsirnir hava stórt álit á honum. Hann hevur ein óvanliga stóran og sterkan skógv.

Í heidnari tíð hildu fólk, at um tey smíðaðu ein skógv, skuldu tey kasta restirnar av tilfarinum til hæl og tá burtur, so æsirnir kundu fáa gagn av tí og gera skógvin hjá Víðari uppaftur størri.

Víðar fær nemliga brúk fyri sínum stóra skógvi í ragnarøkum, tá hann berjist ímóti Fenrisúlvinum.