um silju
Silja Aldudóttir (1992) skrivar bøkur til børn og ung, og í 2022 gav hon sína fyrstu bók út, ræðusøguna Ódjór.
Síðani hon var heilt ung, hevur Silja havt ein brennandi áhuga fyri bókmentum, og barna- og ungdómsbøkur hava eitt serligt pláss í hennara hjarta.
Silja hevur eina MA í føroyskum máli og bókmentum frá Fróðskaparsetri Føroya og arbeiðir til dagligt sum ritstjóri á forlagnum Bókadeild Føroya Lærarafelags (BFL).