Valkyrjur eru vakrar, men ræðandi stríðsgudinnur. Tær ríða til Miðgarðs eftir monnum og kvinnum, sum doyggja í stríði, og taka tey við sær heim í Ásgarð.
Tey hepnu og útvaldu gerast einherjar, stríðsfólk í herinum hjá Óðini ella Froyu, og tey sleppa at berjast lið um lið við æsirnar.
Hetta eru nakrar av valkyrjunum: Gunn, Hildur, Hjørtrimul, Svipul, Sigrún, Skøgul, Gøndul, Mist, Rist, Løk og Trúð.