Týr er krígsgudur, og allarhelst er Óðin pápi hansara. Hann er trúfastur og djarvur, og hevði tað ikki verið fyri honum, hevði tann stóri og vandamikli Fenrisúlvurin aldrin verið bundin, og hvør veit, hvat tá hevði kunnað hent?
Tá eingin annar tordi at nærkast úlvinum, var tað Týr, sum fóðraði hann.
At enda bleiv úlvurin ein so stór hóttan fyri Ásgarð, at hann mátti bindast, og tá ofraði Týr sín høgra arm fyri at bjarga Ásgarði.