At stava í nýggja heiminum kann vera fløkjasligt!
Tað, ið vit siga hart, kann ofta vera øðrvísi frá tí, ið vit hava skrivað á pappírið ella á telduna. Orsøkin til hetta er, at tað er nokk so smart hjá okkum, at skrivaða málið, í so stóran mun sum gjørligt, ikki broytist ov nógv ígjøgnum tíðina. Soleiðis kunnu vit lesa tað, ið okkara ommur og abbar hava skrivað, hvat teirra ommur og abbar hava skrivað og hvat teirra ommur og abbar hava skrivað, hóast tað, at orðini helst ikki vóru søgd eins tá sum nú.
Vit kunnu til dømis lesa okkurt sum:
Vegurin um ánna hevur nógvar hyljar tá ið veðrið er óvanliga vánaligt, segði ein maður úr Hósvík.
Men tá ið vit lesa tað, so er tað slett ikki tað, ið vit siga… í veruleikanum siga vit:
"Vevurin um onna hevur negvir hiljar tá í vegri er óvanlija vánalitt, seyji ain mævur úr Høsvík."
- meir ella minni.
Nógv orð ljóða akkurát líka, men eru stavaði øðrvísi:
“Lærarin fer at býta næmingarnar.”
“Piparsveinurin fann ást í París”
“Hóri og Tóri eru ikki veruliga skyldir!”
“Drekin helt, at víkingurin var mætur.”
“Alt, sum Óli hevði við sær úr útlondum, var søtt.”
Eitt orð, sum er skrivað við rúnum, skal vanliga ikki metast at vera 'rætt' ella 'skeivt' stavað. Heldur skulu vit hugsa um, hvussu vítt orðið er 'neyvt' ella ikki, og um skrivaða orðið umboðar hvussu orðið ljóðar.
Fleiri møguleikar eru at skriva somu orðini, ið bert eru tengdir at hvørjum tær dámar best
- og tíbetur er pláss fyri tí!
Tey, ið eru norðanífrá siga kanska "ta", "vanalitt" og "oyn" heldur enn "tá", "vánalitt" and "ain".
Tey, ið eru sunnanífrá siga kanska "nogvir" og "Hosvík" heldur enn "negvir" og "Høsvík", og summir nólsoyingar siga enntá kanska "auvanlija" í staðin fyri "óvanlija".
“Lærarin fer at bíta næmingarnar.”
“Piparsveinurin fann ost í París”
“Hóri og Tóri eru ikki veruliga skildir!”
“Drekin helt, at víkingurin var matur.”
“Alt, sum Óli hevði við sær úr útlondum, var sótt.”
Orsøkin til, at hesi orðini ikki verða stavaði líka er, at fyri nógvum hundraðtals árum síðani vóru hesi orðini eiheldur søgd líka.
Tað verður sagt, at tað er týdningarmikið, at vit stava eins og fólk gjørdu í 1800-og-grønkál, annars fara onnur kanska at halda, at vit ikki taka skúlan í álvara. Men veitst tú hvør einki pettið legði í hvørki skúlar ella hvat onnur hildu?
Víkingar!
Teir høvdu úr at gera við at vera harðir hálsar til at stúra um bøkur og skúlar. Teir høvdu úr at gera við at herja á akrarnar, høggandi við teirra ómetaliga hvøssu… bóndatólum, ið vórðu nýtt til at heysta… ella teir sigldu brotasjógvar í stórum viðarbátum soleiðis, at teir kundu… fiska og geva familjunum hjá sær at eta.
Eins og í dag, so var lívið ikki einans ævintýr, langar ferðir og spenning. Øll høvdu arbeiði, ið skuldi gerast - enntá børnini! Og tað gav betri meining at læra hvussu ein yvirlivur veturin við at GERA hetta arbeiðið, heldur enn at seta seg niður og LESA um hvussu ein ger hetta arbeiðið… ella við at sveiggja vilt við einum svørði (Summi av teimum gjørdu so avgjørt júst hetta)
Orðið "víkingur" merkti upprunaliga mest sannlíkt "einhvør, ið er úr víkini", men merkti seinni "einhvør, ið fer í víking" - altso, ein ferð til fremmand lond at rannsaka og stjala dýrgripir. Flestu av okkara forfedrum fóru bert í víking nakrar fáar ferðir í teirra lívi, og summir av teimum fóru ongantíð.
Søgurnar um mætar, sjófarandi víkingarnar eru so víðagitnar, at flest fólk nýta orðið "víkingar" sum heiti fyri øll norrøn fólk - eisini um tey vóru friðarligir bøndur.
Tá tørvur var á at skriva eitt hvørt, so varð tað skrivað í rúnum, og eingin hugsaði um hvussu teirra oldurommur og -abbar høvdu stavað orðini. Eiheldur hugsaðu tey um, um hini í grannabygdini stavaðu eitt sindur øðrvísið enn tey gjørdu.
Tey skrivaðu júst soleiðis, sum tey søgdu orðini.
So, um tú hevur hug til at royna okkurt øðrvísi, so kanst tú royna at skriva føroyskt í rúnum!
Og minst til, at um tú skrivar júst sum tú tosar, so ert tú ongantíð langt av leið!
Fólk úr Vágunum fara at skriva rúnir øðrvísi enn fólk úr Nólsoy. Fólk úr Suðuroy fara at skriva rúnir væl øðrvísi enn fólk úr Norðoyggjum. Og summi fólk fara at skriva rúnir á ein hátt, ið blandar alt saman
- men tað er bara partur av stuttleikanum!