Ratatoskur er íkornin, sum býr í trænum Yggdrasil. Hann rennur upp og niður eftir bulinum og ber boð ímillum skapningarnar.

Ørnin Ræsvølgur ovast í krúnuni og drekin Níðhøggur í dýpinum undir rótini hava bara ljót orð at bera hvørjum øðrum.