Óðin er hægstur av ásunum. Saman við beiggjunum Vilja og Væ drap hann jatnan Ymir og skapti heimarnar burtur úr kroppinum, og tey fyrstu menniskjuni, Ask og Emblu, skaptu teir burtur úr tveimum viðarbulum.
Óðin býr í Valhøll, størstu og vakrastu borgini í Ásgarði. Óðin er krígsgudur og ræður yvir stóra herinum av einherjum, sum skal fylgja honum í kríggj, tá ragnarøk koma.
Hann er giftur við Frigg, og saman eiga tey børnini Baldur, Hermóður, Høður, Hermóður og Braga. Saman við gudinnuni Jørð eigur hann eisini torugudin Tór, og saman við jatnakvinnuni Gríður eigur hann Víðar.
Óðin bleiv kallaður nógv ymiskt – eini 170 ymisk nøvn. Hangatýr, Brimir, Gangleri, Alfaðir og Fjølnir eru nøkur av teimum. Ónsdagur, sum suðuroyingar siga, er uppkallaður eftir honum.
Óðin eigur áttabeinta rossið Sleipnir, sum kann ríða á sjógvi og í luftini. Ravnarnir Hugin og Munin flúgva hvønn dag út um heimarnar at njósnast fyri hann og koma so aftur um kvøldið at gorra honum tíðindi í oyrað. Hann eigur eisini úlvarnar Freka og Gera.
Óðin er gudur fyri skaldskap og er kendur fyri at vera kringur í orðum.
Fram um alt hungrar Óðin eftir vísdómi, og hann er sinnaður at gera hvat sum helst fyri at fáa hann. Hann ofrar annað eygað fyri at sleppa at drekka úr vísdómskelduni í Mimisbrunni, og bæði stingur seg sjálvan við spjóti og heingir seg fyri at læra rúnir.
Óðin er kanska vísur, men hann kann eisini vera lúnskur og lumpisligur. Møtir tú einum loyndarfullum fjakkara, sum roynir at dystast við teg í orðum ella fáa upplýsingar úr tær? Ja, so kann tað væl vera Óðin, sum er komin í Miðgarð at njósnast.