Njørður er vanagudur og flutti saman við børnunum Froyu og Froyi úr Vanaheimi til Ásgarð fyri at tryggja friðin ímillum gudaættirnar eftir tað stóra kríggið.

Sum aðrir gudar av vanaætt er hann fruktbærisgudur, men hann er eisini havgudur, siglingargudur og ríkidømisgudur.

Heimið hjá Njørði eitur Nóatún. Hann er giftur við gudinnuni, sum eitur Skaði. Hon vildi hava Baldur, men Loki segði, at hon skuldi sleppa at velja sær ein mann, men bara síggja beinini á teimum – og tá endaði hon við at velja Njørð. Tey samdust ikki um, hvar tey skuldu búgva og fóru hvør til sítt.