Tær níggju systrarnar eru døtur hjá jatnanum Ægir, sum ræður yvir tí djúpa havinum, og konu hansara Rán. Í ódnum ræður Rán yvir havinum. Hon søkkir skip og dregur sjómenn niður í dýpið.

Systrarnar hava nógv nøvn og verða ofta settar í samband við ymisk sløg av aldum: aldur, sum hevja seg, aldur, sum dala, aldur, sum skúma, aldur, sum glitra í sólini, og stórar, máttmiklar aldur, sum bresta móti skipum. Fyri langari tíð síðan, heilt úti á heimsins ytsta jaðara, skaptu tær níggju systrarnar eitt barn úr megini í jørðini, tí kalda havinum og djórablóði.

Barnið var Heimdalur, sum vaks upp og bleiv vaktarmaður við ælabogabrúnna Bivrøst. Tí verður hann kallaður sonurin hjá teimum níggju møðrunum.