Loki er hálvur ásur og hálvur jatni. Pápi hansara æt Fárbeyti, og mamma hansara allarhelst Leyvoy, tí hann verður kallaður Leyvoyarson; summastaðni verður hon tó kallað Nál.

Loki kann umskapa seg til júst tað, sum hann vil. Loki er snúðin og snildur, og tú veitst ongantíð rættiliga, hvar tú hevur hann. Hann elskar at arga og keðir seg, tá einki áhugavert hendir. Hann dugir at snúgva seg burtur úr teimum flestu trupulleikunum, og tí heita æsirnir ofta á hann, um teir hava brúk fyri hjálp. Men ofta er tað Loki sjálvur, sum hevur skapt trupulleikarnar.

Hann er giftur við Sigyn, og tey eiga synirnar Narva og Vala.

Loki eigur skrímslini Hel, Miðgarðsormin og Fenrisúlvin saman við jatnakvinnuni Angurboðu. Eina ferð, tá Loki hevði umskapað seg til eina ryssu, fekk hann fylið Sleipnir.

Heimdalur orkar ikki fyri Loka, tí hann vil ikki, at jatnir skulu koma inn í Ásgarð, heldur ikki hálvir jatnir. Óðin og Tórur eru ofta saman við Loka, tí hann er so snildur.