Íðunn er ungdóms- ella lívsgudinna, og hon hevur eina ógviliga týdningarmikla uppgávu. Í einum skríni ansar Íðunn nemliga eftir súreplunum, sum æsirnir bíta í, tá teir eldast.
Einaferð bleiv Íðunn rænd av einum jatna, og æsirnir fóru tá at grána og vikna. Tað eydnaðist tó at fáa bæði Íðunn og súreplini aftur; súreplini, sum skulu halda æsirnir ungar í allar ævir – ella, í øllum førum til ragnarøk.