Hel er deyðsdrotningin. Æsirnir ræðast hana, og Óðin tveitir hana niður í Nivlheim, har hon fær sítt egna ríki at ráða yvir, sum eitur eins og hon: Hel ella Helheimur.
Har koma øll, sum doyggja av sjúku og elli. Hon fær skaða í fallinum, so hon verður hon blá og svørt um helvtina av kroppinum, meðan hin helvtin er hvít sum bein.
Helheimur er eitt dapurt og kalt stað, har einki livandi kann vera. Verjugarðarnir kring Helheim eru høgir sum fjøll. Á Nástrondum stendur ein salur úr eiturormum, har eitrið flýtur um føturnar á teimum deyðu. Har liggur tað stóra skipið Naglfar, sum er smíðað úr neglunum á teimum deyðu.
Sjálv býr Hel í salinum, sum eitur Ælaváti, og har er altíð vátt. Tallerkurin hjá henni eitur Hungur og knívurin Svøltur.
Trælurin hjá henni eitur Ganglati, og arbeiðskonan Gangløt, og tey ganga so seint, at eingin hevur nakrantíð sæð tey flutt seg.
Gáttin eitur Fallandi Vandi, songin hjá henni eitur Sóttrekkja, og seingjartjaldið Blaktrandi Mein. Við portrið til Helheim stendur glúpski heljarhundurin Garmur og bíðar eftir at renna leysur, tá ragnarøk kemur.
Tey trý skímsla systkinini eru Hel, Fenrir og Jørmungandur og tey eru børnini hjá Loka og jatnakvinnuni Angurboða.
Fenrir er hin mikli Fenrisúlvurin. Hann veksur upp hjá ásunum og verður risastórur. Æsirnir ræðast hann og seta sær fyri at binda hann. Bara Týr torir at nærkast honum. Hann bjóðar úlvinum av at royna sína styrki og vita, um hann klárar at slíta leinkjurnar hjá ásunum.
Triðju ferð má Týr leggja armin í kjaftin á úlvinum, fyri at vissa Fenrir um, at hann ikki verður lumpaður. Úlvurin verður bundin, men Týr missir armin.
Jørmundgandur er ein ovurstórur ormur. Óðin tveitir ormin í havið kring Miðgarð, og tí verður hann eisini kallaður Miðgarðsormurin.
Har liggur hann, og hann verður so stórur, at hann kann liggja um allan Miðgarð og røkkur at bíta sín egna hala. Erkafíggindin hjá honum er Tórur.