Froyur er gudur av vanaætt og flutti úr Vanaheimi saman við pápa sínum Njørði og systur síni Froyu fyri at tryggja friðin ímillum vanir og æsir, sum høvdu verið í hørðum stríði í langa tíð.

Hann er fruktbærisgudur, og fólk bóðu til hann fyri at fáa góðan vøkstur. Hann eigur gullsvínið Gyllinibustir og skipið Skíðblaðnir, sum altíð hevur viðvind og kann leggjast saman sum ein dúkur, so tað passar í lumman. Loki hevur skaffað honum báðar hesar dýrgripirnar í Svartálvheimi.

Froyur verður forelskaður í jatnakvinnuni Gerð, sum at enda játtar at gifta seg við honum, men bara um hann letur sítt ótrúliga sjálvstríðandi svørð frá sær. Froyur ræður yvir tí loyndarfulla Ljósálvheimi.