Froya er vanagudinna og búði upprunaliga í Vanaheimi. Tá kríggið endaði ímillum æsir og vænir, fluttu Froya, pápi hennara Njørður og beiggi hennara Froyur til Ásgarðs at búgva fyri at tryggja friðin ímillum gudaættirnar.
Froya er millum máttmiklastu gudarnar. Hon er fruktbæris- og kærleiksgudinna, og menniskjuni í Miðgarði hava tilbiðið hana nógv. Hon hevur sum vanagudinna serlig gandaevnir, sum hon hevur lært Óðin. Stóri garðurin hjá henni eitur Fólkvangur, og har hevur hon ein stóran her, tí helvtin av øllum teimum falnu einherjunum koma í hennara garð – tí verður hon eisini sett í samband við deyðan.
Froya eigur tvær risakettur, sum draga vognin hjá henni, og eitt stórt stríðssvín, sum eitur Hildisvín.
Froya hevur ein mann, sum eitur Oddur, men hann er horvin, og Froya hevur leitað eftir honum fleiri ferðir. Hon saknar hann so illa, at hon grætur gulltár. Brisingamen eitur tann dýrabæra hálsketan, sum Froya altíð hevur um hálsin.