Silja Aldudóttir og Laura Gunnváardóttir eru kvinnurnar aftan fyri bókarøðina NORRØNU GUDARNIR.
Laura (1994) er myndlistafólk og tatovørur. Spádómurin er hennara fyrsta bókaútgáva.
Óðin er hægsti gudurin í Ásgarði, men kann hann steðga heimsins undirgangi?
Spádómurin hjá vølvuni sigur, at heimurin fer at ganga undir í ragnarøkum. Óðin má finna ein máta at steðga tí. Hann ferðast niður í myrka undirheimin fyri at gerast uppaftur mætari, men skjótt finnur hann út av, at vísdómur og vald hava ein høgan prís …
Uppliv norrønu gudalæruna í hesi spennandi røðini um stríð og styrki, hetjur og svikarar, vísdóm og kærleika. Kom við á ferðina, tá æsirnir stríðast ímóti teimum óndu jatnunum.
Síður: 72
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám
ISBN: 978-99972-3-139-0