Frigg

Frigg er hægsta gudinnan í Ásgarði. Garðurin, sum Frigg býr í og ræður yvir, eitur Fensalir. Hon er kærleiksgudinna, og tað er serliga kærleiki í hjúnabandi, hon hevur verið tilbiðin fyri. Við sínum falkahami kann hon ferðast allastaðni kring heimarnar. Hon er ógviliga vís og kann í ávísan mun síggja inn í framtíðina. Frigg er gift við Óðini, og tey eiga synirnar Baldur, Hermóður, Braga og Høður. Tað er eingin ivi um, at Frigg var ein sera umráðandi gudinna, tí fríggjadagur er uppkallaður eftir henni.

Previous
Previous

Froya

Next
Next

Ratatoskur