Skaði

Skaði er veiðigudinna og dugir øgiliga væl at veiða og standa á skíðum. Hon er dóttir jatnan Tjatsa og býr í Trymheimi í Jatnaheim, har fjøllini eru høg, og landslagið er vilt. Hon er vøkur, sjálvstøðug og manglar einki. Tá æsirnir høvdu dripið pápa hennara, fór hon brynjuklødd til Ásgarðs at hevna hann. Æsirnir skutu tá upp, at hon kundi gifta seg við einum av teimum fyri at fáa frið í lag. Hon játtaði, men bara um hon sjálv kundi velja sær mannin. Loki segði tá, at hon bara skuldi sleppa at síggja beinini. Hon vildi hava Baldur, men beinini, sum hon valdi, átti Njørður. Tey giftust og búðu níggju dagar í Nóatúni hjá Njørði, men Skaði treivst ikki við sjóvarmálan, har likkurnar skrólaðu. So búðu tey í níggju dagar í Trymheimi, men Njørður treivst ikki í fjøllunum, so tey samdust um at fara hvør til sítt.

Previous
Previous

Baldur og Høður

Next
Next

Gerð