Foreldrini hjá Trúð og Móða eru Tór og Siv. Magni er eisini sonur Tór, men mamma hansara er jatnakvinnan Jarnsaksa. Magni sigst at vera ómetaliga sterkur, og bara tríggjar nætur gamal, klárar hann sum tann einasti at hjálpa pápa sínum í einari neyðstøðu. Tórur hevði felt jatnan Rungnir, men hann lá við øðrum beininum tvørtur um hálsin á torugudinum, inntil Magni kom honum til hjálpar og lyfti beinið omanav. Afturfyri gav Tórur honum tað frálíka rossið hjá Rungni, sum eitur Gullfaksi.
Magni, Móði og Trúð
Previous
Previous
Siv
Next
Next