Mimir er vísi vaktarmaðurin, sum ansar vísdómskelduni í Mimisbrunni, ið er fjald langt undir Yggdrasil. Óðin ofrar annað eygað fyri at sleppa at drekka úr kelduni hjá Mimi. Mimir hevur eitt stórt horn, sum eitur Gjallarhorn, sum hann drekkur kelduvatnið úr. Hornið eitur líka sum hornið hjá Heimdali, og vit vita ikki, um tað er sama horn ella ikki. Tá kríggj er millum æsir og vanir, hina gudaættina, býta tey um gíslar fyri at tryggja friðin. Njørður, Froya og Froyur koma til Ágarðs at búgva, meðan Mimir og Hønir flyta til Vanaheim. Vanirnir eru so ónøgdir við Hønir, at teir høgga høvdið av Mimi og senda tað aftur til æsirnar. Við leyki og urtum forðar Óðin høvdinum í at rotna og við gandi heldur hann tí á lívi, so hann kann hava tað sum persónligan ráðgeva. Tað er óvist, um Mimir er ásur, jatni ella kanska okkurt triðja.